Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framsýningin hjá Kvøldskúlanum og Handarbeiðsskúlanum verður sunnudagin

Erik Biskopstø

Sunnudagin 30. apríl millum kl. 15 og 19 er árliga framsýningin við næmingaavrikum

Framsýningin fer at vísa lutir, sum eru gjørdir í vetur so sum brodering, veving, tøving, maskinbinding, binding hjá Fjólu, binding fyri nýbyrjarar, jólapynt, karamik, silvurleir, horn- og silvursmíð, glaslist, málningalist og fotomyndir Eisini verður próvhandan, tónleikaframførslur og livandi framsýning av føroyskum klæðum. Niðara skúlahøll er karmur um málningalist og fotomyndir, ímeðan restin er í ovaru skúlahøllini. Til ber at ganga ímillum hallirnar uttan at fara út úr skúlanum. Framsýningin er ókeypis.
Skráin er:
kl. 15:00 Framsýningin letur upp
kl. 16:00 tónleikaframførslur: 
 – Horn (børn)
 – Strúkarar (gamlir næmingar, sum hava funnið violinina framaftur)
 – Klaksvíkar manskór
kl. 17:00 Próvhandan og frágreiðing um teknmál
kl. 17:15 Livandi framsýning av føroyskum klæðum
kl. 19:00 liðugt
Eisini er cefé við sámuligum prísum  (einans kontant)

Yvir 900 næmingar hava gingið til okkurt av mongu tilboðunum í Klaksvíkar kvøldskúla og Føroya handarbeiðsskúla í hesum skúlaárinum. Erik Biskopstø fegnast um góðu undirtøkuna og ikki minst góða afturmelding frá borgarum í Klaksvíkar kommunu í nøgdsemiskanningini um kommunal tilboð, har fólk vóru sera væl nøgd við Kvøldskúlan. Vit royna alla tíðina at arbeiða við skránni og at fáa okkurt nýtt. So um fólk hava ynski ella hugskot, eru tey vælkomin at seta seg í samband við kvøldskúlan á kvoldskulin@klaksvik.fo