Team Klaksvík spældi í Vestmanna í kvøld.
Tað sá einki út størsta partin av dystinum, men við einum framúr endaspurti vann Team Klaksvík seg framum í síðstu sekundunum við máli frá Jens Paula Poulsen. Team Klaksvík vann 30-29.
Oddaliðið VÍF var á odda 14-11 í hálvleikinum. Tá bara eitt korter var eftir av dystinum var støðan 25-18 til VÍF, men so fór Team Klaksvík í gongd og tá seks sekund vóru eftir kom Team Klaksvík fyrstu ferð á odda í seinna hálvleiki og tað var eisini síðsta málið í dystinum.
Málini hjá Team Klaksvík skoraðu Jóhan í Garðastovu (5), Jens Pauli Poulsen (5), Mortan Rasmussen (4), Dánjal Kjærbo (4), Beinir Johannesen (3), Nikolay Bliznov (3), Vilhelm Vilhelmsen (2), Jure Fistonic (2), Sámal Jákup Djurhuus og Sámal á Tjaldrafløtti.


