Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Framúr úrslit hjá KRF á heimasjógvi

Jákup Ósá

KRF vann heili fýra róðrar á heimasjógvi í dag og fekk sostatt sítt besta úrslit á heimasjógvi nakrantíð samlað sæð. 

Mest spennandi róðurin í Klaksvík var hjá 10-mannaførum, har Ormurin Langi fyri fyrstu ferð í ár gav ordiliga kapping og leingi sá út til at fara at vinna. Klaksvíkingur fekk vánaligan start og Ormurin fekk leiðsluna og helt hana allan vegin líka til endaspurtin. Í endaspurtinum hevði Klaksvíkingur meir eftir og tók Ormin Langa beint áðrenn málstrikuna í einum framúr spennandi róðri og góðari reklamu fyri 10-mannaførini. Róðurin kann síggjast HER

Mest óvæntað var tað helst, at Fípan Fagra við gentum vann ein stórsigur við heili fimm sekundum aftur til nr. 2. 

Týdningarmiklasti sigurin hjá KRF var helst tann hjá Fípuni Føgru við dreingjum, sum løgdu seg tvey stig framum Heyk, sum annars hevur verið betri síðstu stevnurnar. 

 

 

KRF vann hesar róðrar í dag:

Sævarmoy, barnaróður dreingir

Fípan Fagra, gentur

Fípan Fagra, dreingir

Klaksvíkingur