Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Framvegis góður fiskiskapur

Oliver Joensen

Hóast veðrið ikki hevur verið av tí besta í nátt, so hava Líðhamar og Norðsøkið verið á útróðri. Líðhamar Norður úr Barinum og Norðsøki meira høgligur. Líðhamar hevði 11.100 pund og Norðsøki 9.000 pund. Nú streymurin hevur verið harður og hartil nakað av vindi, hevur ein lítil uppiløga verið. Annars hevur Januar og tað sum farið er av februar roynst hampuliga væl til veður.