Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Franskir tónar í Eiðis kirkju

Tíðindaskriv

Ein sera fjølbroytt skrá við alskyns slag av tónleiki verður at hoyra í sera vøkru kirkjuni á Eiði.

Forvitnisligt verður at hoyra tónleik eftir franska tónaskaldið Yvonne Desportes, ið skrivaði lívsjáttandi tónar við íblástri úr fólkatónleiki. Rumenskir fólkadansir eftir Bela Bartok, tølandi tokutónar eftir Carl Nielsen og Tangosøgan hjá Astor Piazzolla.

Kvinnukórið “Fljóð ljóð” leggja røddir til og hetta við yndisligum norðurlendskum og føroyskum sangum.

Súsanna Joensen spælir á floytu og Ólavur Jakobsen á gittara.

Konsertin kl. 20.00 er ókeypis og varir slakan tíma.

Øll eru hjartaliga vælkomin.