Í gjár ringdi Frede Asgaard og spurdi, um hann kundi koma á vitjan í býráðnum. Jú, tað kundi hann gott, men júst í gjár var eitt sindur at rokan við upptøku av grind, so vit avtalaðu at hittast kl. 10 í morgun.
Í 1990 og 91 gav Frede Asgaard út bøkurnar Klaksvig-striden I og II. Hann hevur sum ungur verið í Mjørkadali sum hermaður og kennur nógv til Føroyar.
Eisini hevur Frede Asgaard verið við í sendingini um læknastíðið, sum verður víst í m.a. SvF í hesum døgum, har hann greiðir frá sínum sjónarmiðum. SaxoFilm hevur eisini havt atgongd til ein hóp av myndum, sum Frede eigur, ið hava við læknastríðið at gera.
Frede fekk eitt stórt og gott myndasavn, frá einum vinmanni sínum, Per Joensen, sum tók nógvar myndir undir læknastríðnum. Øll pressa og myndafólk vórðu víst úr Klaksvík av donsku politistunum, sum vóru her tá.
Men hesin Per hevði fingið arbeiði hjá Føroya Tele – Telefonverk Føroya Løgtings, sum tað tá æt. Hann fekk borið so í bandi, at hann slapp til Klaksvíkar at arbeiða, so hann gekk í arbeiðsklæðum hjá TFL og slapp tí lættari taka hópin av góðum myndum, sum greiða væl frá læknastríðnum.
Frede hevði fleiri góð uppskot, um hvat man kann gera fyri at varðveita søguna um læknastríðið, og eisini hvussu hon kundi verðið partur av undirvísingini í skúlanum, sum eitt brot úr Klaksvíkar søgu.
Frede, sum er her við konuni, Irene, í nakrar dagar, hevur stóran alsk til Føroyar. Hann er í ferð við at skriva triðja bindið um ”Klaksvig-striden”, har hann bæði er afturlýtandi og hyggur fram í tíð.




