Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Freist á middegi

Lýsingargrein

Freistin at fáa ein søtan fríggjadag 13’anda er í dag kl. 12:00.

Teknar tú teg til Leiðaradagin 2023 áðrenn kl. 12:00 í dag, fært tú eitt søtt gávukort til leskiligir bitar frá nýggju kaffistovuni í SMS, OMANÁ, íroknað kostnaðin. Tekning á www.synergi.fo

Eru tit fleiri, verður mongdaravsláttur veittur.

LEIÐARADAGURIN

SVEND BRINKMANN | Høvuðsrøðari | HUGSA | Sum leiðari | Sum menniskja
Tað er avgerandi fyri okkum menniskju, at vit kunnu hugsa. Homo sapiens merkir hugsandi menniskja. Filosoffar hava, líka síðani teir gomlu grikkarnir, sagt, at evnini at hugsa eru avgerandi fyri eitt gott og eydnusamt lív.

Men tíverri er tað vorðið trupult at hugsa í okkara tíð, sum leggur dent á skjótleika, nyttuvirði og effektivitet. At hugsa krevur tíð at fordjúpa seg, tíð til menning og mentan og frælsi til sjálvstøðuga reflektión.

Á leiðaradegnum spyr Svend Brinkmann, hvussu vit kunnu læra at hugsa djúpt, kritiskt og sjálvstøðugt. Ikki minst í arbeiðslívinum, har tað eigur at verða ein leiðsluuppgáva at skapa góðar rammur at hugsavna seg. Nógv leita sær til eysturlendskar mentanir, har vit finna meditatión og mindfulness. Tá snýr tað seg um at vera til staðar og hugsa minni, men Svend Brinkmann lýsir í staðin á møguleikarnar í vestligu mentanini, at hugsa betri. Fyrilesturin er grundaður á nýggjastu bókina hjá Svend Brinkmann frá  2022 “Tænk”.

SKRÁ FYRI LEIÐARADAGIN 2023

Staður: Hotel Føroyar

12:30 | Innskriving
13:00 | Jan Ziskasen | Vælkomin setan
13:15 | Poul Geert Hansen | Úr skjáttuni
13:35 | Svend Brinkmann | Hugsa
14:35 | Steðgur
15:00 | Kunning kemur skjótt um hetta uppleggið
15:45 | Steðgur
16:10 | Brian Lykke | Ein løta í skellilátri
16:40 | Strekkja bein
16:45 | Kjósan av ársins leiðarum
17:00 | Takk fyri í dag – Brúsandi vín
17:30 | Stuttligur STUTTFLUTTUR døgurði á Hotel Føroyum aftaná at heiðra Ársins Leiðarar 2023
Um kvøldtiltakið:

Kvøldtiltakið í ár verður STUTTFLUTT | Tú nýtist ikki flyta teg ein tumma |Tí døgurðin verður á staðnum! Á Hotel Føroyum, sum altíð borgar fyri góðsku!

– Vælsmakkandi 3-rættaður døgurði
– Vín ad libitum til matin
– Kaffi/te og avec
– Signar í Homrum og John Johansen spæla
– Orðið er frítt

Vælkomin til eitt stuttligt og stuttflutt kvøld

Broytingar kunnu koma fyri í skránni.

Tekna teg HER! ella á www.synergi.fo. Tú kanst eisini ringja 322355/222355 ella senda teldupost annika@synergi.fo ella vivian@synergi.fo

 

Harleyfacadeacryl