Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Freistin at lata atgongumerki inn er fríggjadagin

Tíðindaskriv

Tey, ið ætla at lata atgongumerki til Summar Festivalin innaftur, kunnu gera tað til og við fríggjadagin

Summar Festivalurin 2020 er avlýstur orsaka av koronusmittuni. Øll atgongumerki til festivalin í ár galda til festivalin 2021, og tey, ið ætla at brúka atgongumerkið næsta ár, skulu einki gera. Atgongumerkið verður av sær sjálvum galdandi í 2021.

Tey, ið vilja lata atgongumerki innaftur og fáa pengarnar endurrindaðar, kunnu gera tað fram til og við fríggjadagin 31. juli.

 

Meira kann lesast um, hvussu atgongumerki verða latin innaftur, á heimasíðuni sf.fo.