Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Frida Andersson í Spaniastovu

Tíðindaskriv

Ein nokkso stór stjørna ferð um føroyksa tónleikahválvi við kós móti Spaniastovu. Har fyllir hon 180 ára gomlu “stovuna” hóskvøldið 19.sept. Talan er um sangkvinnuna, gitarleikaran og sangskrivaran Fridu Andersson. Hon fer við egnum løgum og finlandssvenskum vísuløgum at seta ein “stjørnuligan” dám á í 180 ára gomlu “stovuni” við Klaksvíksgarðin.:)

Dyrnar lata upp kl 1930 !

Við sínum trimum tónleikaútgávum, harav hin seinasta frá 2017 er við finnlandssvenskum vísum, og fleiri tónleikaferðum, er hon vorðin eitt kent navn í Skandinavia. Hon hevur spælt við Bo Kaspers Orkestur og var útnevnd til

Ársins kvinnuliga tónleikara í 2013. Heilt ókend er hon heldur ikki í Føroyum í og við at hon hevur verið nógv spæld í Norðurljóð. 

Dyrnar lata upp kl 1930.