Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fríða bjóðar til tapaskvøld

Norðlýsið

Tað hevur verið roynt einaferð áður, og kvøldið var fullsett við fólki. Tí hava vit valt at endurtaka tiltakið, tó við ymiskum spennandi broytinumg, ið vit vóna gera kvøldið enn betri, sigur Mimmy Vágsheyg, stjóri á Fríðu.

Leskiligt Tapas og mjúkir klaver tónar
Leskiligir tapasrættir, og mjúkir klavertónar frá Magna Husgaard

– Hetta er eitt gylt høvi, at fara út við familjuni, vinum ella saman við bindiklubbanum. Vit hava lagt tað soleiðis tilrættis, at Magni Hugsgaard fer at seta seg við tagentarnar við hunaligum tónum, og samstundis sum fólk kunnu njóta alskins freistandi tapasrættir, sigur Mimmy.

Kvøldið byrjar við at øll fáa bjóða Kir Royal vælkomudrykk, og so er startskotið til eitt  friðsælt og hugnaligt kvøld – perfekt at njóta saman við vinkonunum – skotið í gongd.

Atgongumerkir kunnu keypast á hesari leinkjuni.

Minnist til at viðmerkja um tit eru bólkur sum skal sita saman, ella ein bíleggur fyri øll 

Tað er avmarkað pláss, so ikki bíða ov leingi við at bíleggja tær pláss, seinast bleiv útselt.