Keypmannahavn: Í fjør var fyrsti Frigg-festivalurin hildin. Hesinnorðurlendskifestivalurin eydnaðist so mikið væl, at festivalurin verður tikin upp aftur í ár. Hesaferð sum ein rúgvismikil og áhugaverdur dagur við bæði tónleiki og aðrari list úr Norðurlondum.

Fyri at nevna nøkur tónleikanøvn úr Føroyum eru Frændur, Marius Ziska, Lena, Sakaris og Beinir. Umframt hesi nøkur føroysk/donsk nøvn, sum eru Franka og Salem.
Frigg eydnaðist væl í fjør. Men fyrireikararnir hildu tá, at blandingin av norðurlendingunum var eitt sindur misjøvn, tí allarflestu festivalgestirnir vóru føroyskir. Hetta bilti tó ikki, men ávirkaði einans konseptið handan festivalin.
Tað verða í ár vónandi eins líka nógvir føroyingar á Frigg og vónandi fara hinir norðurlendsku gestirnir at møta so væl upp, at blandingin verður ”betri”.
Í fjør var Frigg hildin í Kongens Have. Men í ár verður Frigg hildin í Enghaveparken á Vesterbro, sum ætlanin alla tíðina hevur verið.
Frigg byrjar klokkan 13.00 leygardagin.
Norðlýsið var á staðnum í fjør og her eru nakrar afturlítandi myndir: