Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fríggjakvøldið kl. 19 kann KÍ blíva næstan føroyameistari

Norðlýsið

Besta mansliðið hjá KÍ hevur nú bara 4 heimadystir eftir í ár, og tann fyrsti av hesum verður nú fríggjakvøldið kl. 19, tá Jákup á Borg og B68, sum berjist fyri lívinum í bestu deildini, kemur til Klaksvíkar. Fríggjakvøldið verður sostatt fjórð seinasti møguleikin í ár at møta upp við Djúpumýru og vísa KÍ tann stuðulin, sum okkara sterka oddalið hevur uppiborið.

Írestandi dystirnir hjá KÍ í ár eru samanlagt 6, um teir ikki náa finaluni um Løgmanssteypið, og dystirnir eru 7 í tali, um KÍ kemur í finaluna.

 

Írestandi dystirnir hjá KÍ eru hesir: (Steypafinalan einans, um KÍ vinnur semifinaluna á 07 Vestur)

 

Fríggjakvøldið 17. sept. á heimavølli:      KÍ – B68

Leygardagin 1. oktober á útivølli:              NSÍ – KÍ

Mikukvøldið 5. oktober á heimavølli:     KÍ – 07 Vestur (seinna semifinalan)

Sunnudagin 9. oktober á heimavølli:       KÍ – HB

Sunnudagin 16. oktober á útivølli:             EB/Streymur – KÍ

Leygardagin 22. oktober á heimavølli:    KÍ – Skála

Leygardagin 29. oktober á TÓRSVØLLI:    Finalan um Løgmanssteypið

 

KÍ er kent fyri at savna størstu viðhaldsfjøldina í landinum til sínar dystir, og KÍ-leikararnir dylja ikki fyri, at tað hevur stóran týdning fyri teir, at KÍ-viðhaldsfólk møta upp til dystirnar.

 

Fríggjakvøldið verður sostatt fjórð seinasti møguleikin í ár at møta upp við Djúpumýru og vísa KÍ tann stuðulin, sum okkara sterka oddalið hevur uppiborið.

 

KOYR Á KÍ !!

 

Harleywoodpaint