Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fríholt fingin upp á turt

Jóhann Lützen

Í gjár varð skipa fyri einum átaki, har botnurin útfyri kósabryggjuni bleiv ruddaður

 

Serligur dentur varð lagdur, á at fáa gomul fríhold upp av botni. Hesi kunnu vera til stóran ampa fyri skip, um tey seta seg um t.d. skrúvuna á skipum.

Á myndini síggja vit úrslitið av kavingini, á dekkinum á Brimli. Áleið 40 stór fríhold vórðu fingin upp og burturbeind.

Átakið varð avgreitt í góðum samstarvi millum Klaksvíkar Havn, Brimil (Vørn), Norðoyar Bjargingarfelag, Diving2000 (Odense) og kavaraskúlan.