Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Frits í Ribarhúsi

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Frits Johannesen lat upp vatnlitaframsýning í Ribarhúsi mánadagin 26. okt. – og er framsýningin opin til 25. nov. 2020.

Myndirnar eru úr egna hugaheimi listamansins á ymsan hátt, og Frits er trúgvur móti sær sjálvum og sínum penslabørn, sum fara um gluggar, karmar og hálvar skjøldrar.

Altíð hevur ein næmingar, teldur og fólk sum myndevni við sínum litføgru og kærleikans storkum – Har eru steinar, andlit og so mangt annað, sum vit kenna frá hansara kønu hond og penslum, lítlum, smølum ella tjúkkum og breiðum.

Frits er ein knassi, sum nærkast 80, men hann hevur nógv uppá hjarta við sínum 60 vatnlitsmyndum. Við hvønn málning ella vatnlitsmynd, sum í hesum føri, hevur hann eina drúgva søgu at fortelja. Eingin mynd er gjørd av tilvild.

Hetta eru frálíkar vatnlitsmyndir í einum horni hjá tær sjálvum ella kanska ein almikið góð jólagáva til onkran, tú hevur kæra/n.