Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fróði Benjaminsen: Ov tíðliga at siga nakað endaligt enn

Jákup Ósá

Tað er óvist, um Fróði Benjaminsen spælir í Betrideildini 2018 og hvar hann spælir um so er.

 

Fróði Benjaminsen var lyklaleikari á FM liðnum hjá Víkingi í fjør, men 40 ára gamli miðvallarleikarin hevur í vetur umhugsað, um hann skal spæla meir. Hann er eisini settur í sambandi við NSÍ hjálparvenjarastarvið, sum leikandi hjálparvenjari.

 

Í kvøld byrja flestu liðini at venja av teimum, sum ikki longu eru byrjað frammanundan. Men Fróði Benjaminsen verður ikki at síggja á nøkrum venjingarvølli. Hann sigur við Norðlýsið í dag, at sum støðan er í løtuni, so spælir hann ikki í ár, men samstundis sigur hann, at hann hevur ikki tikið nakra endaliga støðu enn. Nær vit kunnu siga endaligt, um hann spælir ella ikki, er trupult at meta um, men Fróði sigur, at kanska kunnu vit bíða til kappingin byrjar fyrst í mars mánaða til hann fær sagt nakað endaligt.