Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Frost ávirkar KÍ-fyrireikingarnar

Jákup Ósá

Enn hevur KÍ onga fótbóltsvenjing havt hesa vikuna.

Hóast vøllurin hevur verið grønur alla vikuna, so hevur KÍ enn onga fótbóltsvenjing kunna havt hesa vikuna. Orsøkin er, at vøllurin hevur verið frystur. Tá er hann sera harður og vandin fyri skaðum økist nógv. Leikarar, sum tóku venjaraútbúgving fyri núverandi og fyrrverandi leikarar á høgum stigi síðsta vikuskiftið, hava nú onga fótbóltsvenjing havt í eina viku, og tað er helst sera óheppið, tá vit eru síðst í januar. 

Tá tað ikki ber til at venja fótbólt, so er styrkisvenjing og kondivenjing á skránni. KÍ spælir eftir ætlan leygardagin í Vági móti FC Suðuroy. 

 

Harleywoodpaint