Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fryntligir menn

Óli Olsen

Vit vóru til jarðarferð í Klaksvík nú um dagarnar. Veðrið var av tí fagrasta, og áðrenn leiðin lá suður til høvuðsstaðin aftur, fóru vit ein túr norður í Norðhavnina at vita, hvussu har sá út

Heimafturkomin bað konan meg steðga við FK á Varpinum. Hon skuldi keypa nøkur smáting. Eg tók so myndatólið og fór oman á bátabrúgvarnar.

Har hitti tú nakrar fryntligar klaksvíkingar, ið tú ikki hevur sætt í eitt mannaminni: Jonn Leivsgarð, Hans Eliesar Fjallsbak og Jens Christian Gerðalíð.

Tað var serliga Jens Christian, sum hevði orðið. Segði eitt nú frá, hvussu sær hevði gingist umborð á skipi, áðrenn hann fór í læru.

Tíðin gekk skjótt hesa løtuna, og tá ið eg takkaði fyri prátið og skuldi fara, var Jens Christian skjótur at siga: ”Tú sleppur ikki so.” Og so fingu vit eina stuttliga søgu afturat.