Tað eru liðin fimmti ár, síðani Fuglafjarðar hornorkerstur læt ljómin av á fyrsta sinni uppi á loftinum í gomlu kirkju til jóla 1969. Hetta var ein alføgur løta, og er tað enn tann dag í dag. Arnold Abrahamsen leiddi orkestrið. Fleiri av teimum, sum vóru við tá, liggja undir grønu torvu. Friður veri við teimum. Í dag er Johan Hentze orkesturleiðari.
Tað var ein góð kensla at sita undir væðingini í kirkjuni so høgt uppi. Øll hesi ár hevur tað verið ein fastur táttur til jóla at spæla á Hellunum, úti á Kambsdali og so í bygdini fyri jól. Jólaaftan eigur orkestrið dagin og løtuna uppi á loftinum í kirkjuni hálvan tíma fyri gudstænastuna. Orkestrið spælir eisini eftir prædikuna.
Símun Pauli Poulsen, sáli helt røðu á Hellunum upp undir jól hetta árið. Orðini, hann brúkti, vóru sera beinrakin t. d. “ Nú hava vit fingið eitt hornorkestur , sum skal spæla sól úti og sól inni – sól í sál og sól í sinnið!” Hetta var væl sagt, og hetta hevur orkestrið sanniliga eisini gjørt.
Fimmti ára ljómur.
Renna løturnar avstað
Í ljómandi drátti millum nøv og nes –
fram við fjørukletti, um húsalon
og hvørja trom í vøkrum lúðraljóði.
Lyftir sinnið seg upp á stólpapelar
og andar siðiliga og lyndrandi
í jólaloti undan hvørjum skoti.
Sælir tónar røra við sinnið
og birta andans náðigávu
av stjørnudusti undan Bethlehems fløtum
við hjartarót innast inni.
Tøkk fyri henda hálvt árhundrað
sæla, kveikjandi blástur í jólatónum
í lívssálarkervið við livandi vónum
Hjartaliga til lukku
Frits



