Fríggjadagin vóru umboð frá umsitingini og politisku skipanini í Fuglafirði og vitjaðu Klaksvik kommunu. Endamálið við vitjanini var at kunna seg um ymisk viðurskifti í samband við miðbýarbygging og býarmenning.
Karl Johansen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og síðan var eini framløga um miðbýarætlanina hjá Klaksvíkar kommunu. Eftir kaffi og prát millum starvsfólk og borgarstjórarnar báðar, varð spákað ein túr at hyggja miðbýarøkinum, og vitja varð m.a. í kappróðrarneystinum og í pumpuhúsinum, har Ásmundur úr Hvalvík, leiðari á vatndeildini, greiddi frá um sjóhitaskipanina.




