Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fuglberg, Skoraberg og Grønanes landaðu í dag

Jákup Ósá

Í dag hevur nógv virksemi verið á Kósini.

Fuglberg og Skoraberg partrola og byrjaðu at fiska 3. januar. teir hava roynt á Munkagrunninum og hava 320.000 pund tilsamans. Tveir triðingar er upsi, meðan ein triðingur er toskur og longa. Grønanes byrjaði túr 5. januar og hevur roynt eystanfyri, har hann hevur partrolað saman við Vesturtúgvuni. Grønanes hevði 45.000 pund.