Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum vitjaði á fyrsta sinni í Fugloy í dag. Amalia í Frammistovu, borgarstjóri í Fugloyar kommunu tók ímóti
Í samband við íverksetan av formligari avtalu millum Heilsu- og innlendismálaráðið, Strandfaraskip Landsins, P/F Magn, Elfelagið SEV og Fugloyar kommunu um oljuflutning og veiting til øll húsarhald á Fugloynni har nevndu partar eru samdir um at loysa málið um oljuflutning til Fugloyar soleiðis, at tað slepst undan at flyta oljutunnur út í oynna, og at olja verður koyrd til hvørt húski/oljutanga í bygdunum báðum, vitjaði Sirið Stenberg landsstýriskvinna í orkumálum á Fugloynni í dag.
Amalia í Frammistovu, borgarstjóri í Fugloyar kommunu bjóðaði vælkomin og síðani flutti Sirið Stenberg fram røðu.
Hetta er fyrstu ferð at Sirið Stenberg vitjar á Fugloynni.






