Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fugloy og Svínoy aftur fyri vanbýti

Jóhann Lützen

Tað tykist vera ein fyrimunur fyri Nólsoynna, at hon sæst væl úr Havnini.

Meðan smærru oyggjarnar tætt við miðstaðarøkið varðveita sítt ferðasamband við lutfalsliga nýggjum og stórum bilferjum, er avgerð tikin um, at Fugloyggin og Svínoyggin skulu missa ein av frammanundan fáu túrunum til og úr oyggjunum. Talan er um túrin kl. 18:30, sum m.a. gjørdi tað møguligt at fara út í oyggjarnar, hava ein fullan arbeiðsdag har, og sleppa inn aftur um kvøldið.

Í stuttari viðmerking til Norðlýsið sigur Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, at hann undrast stórliga á hesa avgerð og hann kann ikki góðtaka slíkar ójavnar avgerðir, har skerjing av virksemi hjá Strandfaraskipum Landsins bert rakar okkara ytstu útoyggjar