Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, er í hesum døgum í Klaksvík og skrivar undir uppá umbyggingina og renoveringina av Gula Húsinum við Klaksvíkar Sjúkrahús.
Í sínum tíðarskeiði sum landsstýrismaður hevur Kaj Leo Johannesen fingið útvegað rættiliga nógvar pengar frá Løgtinginum til Klaksvíkar Sjúkrahús, harav Gula Húsið er ein partur. Kaj Leo hevur eina góða kenslu, hóast upphæddin til húsið er rættiliga stór.
– ”Eg havi eina góða kenslu, tí Gula Húsið er søguligt, og samstundis kann man siga, at vit byggja eitt nýtt hús”, sigur landsstýrismaðurin, ið sostatt vísir á, at hann hevur virðing fyri tí gamla og eisini setir tað í modernaðan stand. ”Talan er um eina totala renovering, har nógv av tí gamla verður tikið við, soleiðis at vit fáa varðveitt tað søguliga”, leggur hann afturat.
Kaj Leo sigur, at frá hansara tíð á Kósini (núverandi landsstýrismaðurin hevur áður arbeitt á Kósavirkinum, red.) veit hann, hvussu nógv húsið hevur at siga fyri lokalumhvørvið í Klaksvík. Gula Húsið er ikki nakar tannáringur, sigur hann, men vónar at tað kortini fer at standa liðugt, áðrenn hansara vakt er av, sigur hann eisini, og avdúkar harvið, at neyvan verður nýval útskrivað áðrenn tíð.
Tað Gula Húsið er bygt í 1923, og soleiðis verður tað, tá húsið fyllir 100 ár, at nýrenoveraða húsið verður tikið í nýtslu. Ætlanirnar við tí eru fyrst og fremst, at umsitingin á sjúkrahúsinum skal flyta oman í Gula Húsið.
Landsstýrismaðurin hevur fingið upplýst, at tað fer at bera til at fáa húsini klár innanfyri eitt ár, og hann ætlar ikki at steðga har. Eftir at umsitingin er flutt inn í Gula Húsið, verður farið í holt við starvsfólkabygningin ella personalebygningin, sum summi rópa hann. Hann skal eisini renoverast, og á tann hátt er ætlanin at fáa pláss fyri neurorehabilitering og endurvenjing.
Tað eru við øðrum orðum stórar ætlanir fyri Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri framman.




