Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fullpower skipað fyri Bootcamp

Jóhann Lützen

Venjingarstøðin Fullpower flutti venjingarnar uttandura í dag, tá teirra vælumtøkti bootcamp var á skránni

Tey hava vant síðan kl. 10 í morgin. Fyrst vandu tey í og kring sínum hølum á klaksvíksvegnum. Ein lítlan døgverðasteðg at fylla depotini og síðani gekk leiðin út í økið har dagstovnurin fjallafípan heldur til.

Vit vórðu á staðnum og fingu nakrar myndir. Útvið 20 harðir íðkarar høvdu teknað seg til bootcamp

Tey hildu á til kl.14 og sum skilst er ætlanin at taka sær av løttum í kvøld. 

Niðanfyri sæst skráin hjá hørðu fólkunum í dag. 

 

Skrá fyri dagin:
10.00: Møta í Fullpower
10.05-10.45: Á heimabana
10.50-11.30: Runt húsið
11.35-12.10: ORKU ÁFYLLING
12.15-14.00: Á útibana
At hava við: 
– Skógvar til bæði inni og úti 
– Klæðir til bæði inni og úti
– Matpakka og vatndunk
– Handklæði ella sveittubond
– Boksihandskar (um tú eigur)
– Viljan av stáli
– Gott lag

 

Les meira um Fullpower Klaksvík her.