Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fundarskráin hjá býráðnum broytt

klaksvik.fo

Klaksvíkar býráð hevur vanliga fund eina ferð um mánaðin. Sum ásett er, vórðu hesir fundirnir í 2023 almannakunngjørdir við ársbyrjan.

 

Á býráðsfundinum 15. desember 2022 vórðu fundardagar býráðsins í 2023 samtyktir tó við teirri viðmerking, at “í januar mánað 2023 endurskoða um til ber at strika fundin í desember og heldur hava býráðsfund hósdagin 31. august”.

Hetta varð einmælt samtykt á býráðsfundi 26. januar. Sostatt verður býráðsfundur 31. august kl. 17:30 og býráðsfundurin 14. desember strikaður.