Bygningurin hjá Hermetikvirkinum hjá Kjølbro, hevur millum manna verið kallaður “Bollafabrikkin”, helst tí at har varð framleitt millum annað fiskabollar. Fiskabollarnir vóru sera væl dámdir. Sjálvur minnist eg bara gott til fiskabollarnar í karrysós tá eg var smádrongur, men fiskakøkuna, sum bollafabrikkin eisini framleiddi helt eg í hvussu so er ikki líka nógv um.
Kjølbro fer undir at byggja Hermetikvirkið á heyst ´1946. Árið eftir stendir “Bollafabrikkin” liðug. Har blivu framleidd nógv ymisk sløg av fiskaúrdráttum, so sum av hýsu, toski, kalva, hummara, fugli (niðursjóðaðar fuglabringur) og ikki minst sera væl umtóktu “gaffelbitarnir” úr sild.
Bygningurin var upprunaliga 24 ferðir 14 metrar.
Í nýggjari tíð hevur bygningurin verið brúktur til egningarskúrar.
Á loftinum í fjósinum hjá Kjølbro á Biskupstøð, var fundur í gjár, har allir teir sum áttu egningarskúrar har vóru á fundi.
Orsøkin var, at Klaksvíkar Kommuna vildi at “Bollafabrikkin” skuldi gerast í stand. Býráðsumsitingin hevur gjørt eitt projekt og ikki bar til at koma víðari, uttan eigararnir av egningarskúrunum eisini vóru við.
Sigast má, at tað var ein sera friðarligur og semjusøkjandi skari av fólki. Atli Justinussen, havnanevndarformaður og næstformaður í býnum skipaði fyri og greiddi frá. Eftir framløguna var møguleiki at seta spurningar fram, og har blivu nakrir spurningar settir. Menn vóru samdir um at uppskotið frá Atla Justinussen var sera gott. Um uppskotið sæst nærri aðrastaðni her á nordlysid.fo
Karl Johansen, borgarstjóri greiddi eisini frá, at býráðið hevði eisini ætlanir um økið omanfyri og norðanfyri “Bollafabrikkina”, men at hetta ikki fór í gongd beinan veg.




































