Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fundur við Eirik í Jákupsstovu, landsstýrismann í almannamálum

Áhugabólkur Pensjónista

Áhugabólkur Pensjónista var í gjár hin 23. apríl 2025 á fundi við Eirik í Jákupsstovu, landsstýrismann í almannamálum

 

Tey, ið umboðaðu áhugabólkin á fundinum við landsstýrismannin, vóru Maria Jacobsen, Jóhan Carl Dam, Ingrid S. Henriksen, Heidi E. Hammer og Bozena Rasmussen.

Mál, ið vórðu umrødd, vóru

·       eftirløn til fyritíðarpensjónistar

·       linking í mótrokning í fólkapensjónini

·       at fyritíðar- og fólkapensjónirnar eru afturútsigldar

·       lógaruppskotið um tíðartreytaða pensjón og

·       javning av pensjónum – javnast skal ikki í prosentum, men við somu krónuupphædd sum arbeiðaralønin.

Fundurin var góður og gevandi.

 

Áhugabólkur Pensjónista

Harleywoodpaint