Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fundurin í landsstýrismálanevndini er tikin uppaftur

Jóhann Lützen

Miðað verður framvegis eftir, at nevndin skal verða liðug at viðgera málið um Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, í dag ella í kvøld, skrivar Kringvarpið

 

Fundurin í landsstýrismálanevndini um kæruna um Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, er tikin uppaftur, og nú sita allir tríggir nevndarlimirnir á fundi.

Tá landsstýrismálanevndin fór á fund í morgun, segði Bárður á Steig Nielsen, sum boðar Sambandsflokkin í nevndini, at hann helt fast við fyribilsniðurstøðuna, sum ein samd nevnd gjørdi í málinum fyri nøkrum vikum síðani.

Hini bæði í nevndini, Hans Jacob Thomsen í Javnaðarflokkinum, sum er formaður, og Hanna Jensen úr Framsókn, hildu kortini fram at viðgera málið

Hetta veit Kringvarpið at siga. 

Harleyfacadeacryl