Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Funnu eina jollu á botni

Oliver Joensen

Tá Norðlýsið var ein túr við tyrluni hjá Atlantsflog í dag, varnaðust vit at eitthvørt, ið líktist einum báti lá nakað innanfyri sunnastu bátabrúnna á Vágni.

Komin til hús, kannaði eg myndina nærri, og gjørdist vísur í, at hetta var ein bátur ella ein jolla. Gjørdi skjótt av, ringdi til Finn Hansen á Sløkkiliðsstøðini í Klaksvík. Hann var skjótur í vendingin og vit fóru báðir í mobbátinum hjá sløkkilinum á staði har vit hildu at jollan lá á botni.

Jú mín sann stutt sunnanfyri bátarnar sum lógu við heimastu bátabrúnna niðanfyri EFFO, komu vit framat eini jollu, ið lá á botni.

Vit høvdu ikki útgerð at taka jolluna upp við, men við einum umleið 2 1/2 metur haka, eydnaðist tað okkum akkurat at røkka jolluni. Men hon var ov tung at hála upp við hakanum. Restina fer Klaksvíkar Havn ella onkur eigari helst at taka sær av, men jollan er í hvussu so er funnin og sæst á myndini omanfyri  og myndunum niðanfyri.