Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fýra klaksvíkingar við Skála-liðnum

Jákup Ósá

Tá Skála í kvøld spælir venjingardyst móti B36, so eru fýra klaksvíkingar í hópinum.

Tað er alment, at brøðurnir Niels Pauli Danielsen og Aksel B. Danielsen hava sáttmála við Skála fyri 2020. Men eisini tveir aðrir klaksvíkingar eru í hópinum hjá Skála í løtuni, tó at teir ikki enn hava gjørt sáttmála. Tað eru Heðin Klakstein, sum spældi við Skála í fjør, og Jóhan W. Høgnesen, sum í fjør spældi við 1.deild hjá KÍ. Hetta er helst eitt tekin um, at teir fara at spæla á Skála í ár.

Skála var aftanfyri 3-0 í Gundadali móti B36 fyri løtu síðani.