Tjóðsavnið hevur verið ymsa staðni og kannað øki, serliga har byggingar eru ætlaðar at verða. Við havnalagið í Ánunum, í Hvannasundi, á Norðoyri niðri við lendingina, og longri uppi har hildið verður, at eitt bønhús hevur staðið. Teir hava eisini kannað eitt størri øki Uppi á Grundum í Gerðum.
Til endamálið brúkar teir eisini dronu umframt GIS-uppmátingartól. Tá ið dronan flýgur í økinum, sum í hesum føri er rættiliga stórt, skrásetur hon heili 13 mill punktir. Tí ber til at fáa rættiliga neyv og sigandi kort og 3d-modellir, har tú í hesum føri væl sær gomlu búsetingarnar.
Tá ið dronan flýgur, brúkar hon nakrar smáar platur at orientera seg við. Hesar platurnar eru talmerktar og verða lagdar við útjaðaran, har uppmátingin verður gjørd – m.a. niðri á fortovinum fram økinum.
Tá ið menninir frá Tjóðsavninum í síðstu viku vóru liðnir at máta upp og skuldu savna tal-pláturnar inn aftur, manglaði ein pláta við fýratalinum á, sum hevði ligið á fortovinum. Teir leitaðu aftur og fram, men funnu einki.
Tá ið ein grein varð skrivað um uppmátingina, har ein mynd var av eini mammu við tveimum smádreingum, sum gingu framvið økinum, ringir Helgi D. Michelsen frá Tjóðsavninum til mín at vita, um eg kendi damuna á tí einu myndini, sum fylgist við dreingunum.
Tað gjørdi eg ikki í fyrstu syftu, men spurdi meg fyri hjá útibarnagarðinum Úti í Grøv – Jú, teir kendu damuna, Armgarð Absamonsen. Eg ringdi so til hennara og greiddi frá um fýratalið, sum var burturblivið.
“Á er tað, tað skal brúkast til”? segði Armgarð. “Sonurin, Edmundur hevur lært í barnagarðinum, at man skal taka órudd upp og koyra í skrell”. Hann hevði sæð fýratalið og tikið tað upp. Men so fann hann okkurt annað áhugavert og hevði lagt fýratalið frá sær.
Nú vóru góð ráð dýr, tí nakrir dagar vóru liðnir síðani tey høvdu gingið heim í góðveðrinum. Armgarð og Edmundur fóru so ein biltúr at leita – Jú, mín sann tey funnu fýratalið og glað vóru tey. Men enn glaðari vóru menninir á Tjóðsavninum, sum nú aftur kundu flúgva við dronuni, sum skuldi brúka fýratalið at kunna seg við undir flúgvingini.
Leinkja til 3D-modell av økinum Uppi á Grundum: https://skfb.ly/6SyX7








