Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyri seinastu ferð á Klaksvík

Oliver Joensen

Vit fingu nakrar myndir, tá Atlantic Navigator fyri seinastu ferð kom aftur í Ánirnar eftir ein svartkjaftatúr, har framleiðslan hevur verið surimi.

Tað var við ikki sørt av trúgv uppá at hetta skuldi fara at bera til, at Røkke fór undir stóra surimiprojektið í Føroyum. Tosað varð í norskum bløðum um eitt nýtt Alaskan Polloc ævintýr. So mikið nógv trúði Røkke uppá projektið, at um framt at lata skip til surimiframleiðsluna, so vóru umleið 250 miljónir krónur lagdar út í rakstrarhalli fyrstu tíðina.
Men síðani er krillveiðan í Suðuríshavinum komin uppí, og helst hevur norska felagið roknað út, at teir fáa meira burturúr at brúka skipini í Suðuríshavinum heldur enn á svartkjaftaveiðu í Føroyum. Um surimiframleiðsla í føroyskum sjógvi kundi verið ein lønandi vinna er trupult at gera sær nakrar metingar um, men yvaleyst hevur fyritøkan fingið nakað av peningi aftur fyri hallið teir løgdu út í byrjanini.
Tey munnu vera mong, ið harmast at surimiprojektið nú er av, tí hópur av ungdómi hevur havt ein unikan møguleika at royna sjógvin við Nærabergi og Atlantic Navigator, og ikki minst hevur hetta projektið givið ungu kvinnunum ein góðan møguleika eisini at leita sær sjógvvegin.
Atlantic Navigator verður liggjandi í Ánunum nú í einar 14 dagar at gera klárt at fara til Danmarkar til umbyggingar, ímorgin, hósdagin mynstrar seinasta manningin av.

Harleywoodpaint