Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrilestrarkvøld um burturkast, skiljing og endurnýtslu

klaksvik.fo

Hvussu skipa vit okkum á burðardyggu leiðini, tá ið tað kemur til burturkast, skiljing og endurnýtslu?

 

Hetta er evnið á fyrilestrarkvøldi, sum verður á KSS mikukvøldið 3. mai kl. 19-21. Tiltakið er partur av Virkið vár skránni, og er skipað sum eitt samstarv millum vinnuna í nærumhvørvinum og kommununa.

Fyrilestrarnir eru serliga ætlaðir vinnulívinum í nærumhvørvinum. Endamálið við tiltakinum er nevnliga at lata størri og smærri fyritøkur koma til orðanna viðvíkjandi málsetningum og avbjóðingum í mun til burðardygt vinnulív. Eisini er ynskið at fáa størri innlit í, hvussu kommunan á besta hátt kann stuðla undir strembanina hjá størri og smærri fyritøkum í teirra kós á burðardyggu leiðini.

Tey, sum luttaka, eru hesi:

Gunnhild Dahl Niclasen, umhvørvisíbirtari og fríyrkisfólk

Hví burðardygd í vinnu?
Dávur Høgnason, formaður í Meistarafelagnum í Klaksvík og stjóri á Blikksmiðjuni

Hvør er tørvurin og hvat hava vit tørv á fyri at skipa okkum best
IRF

Hvussu stuðla og vegleiða vit fyritøkum við uppgávuni at skilja rusk
Poula Michelsen, nevndarforkvinna í P/F Poul Michelsen og partur av toyminum “Burðardygt vinnulív”

Praktisk hugskot um, hvussu fyritøkur kunnu taka burðardygga tankagongd við í vinnuna
Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum

Hvussu stuðla vit fyritøkum í teirra kós á burðardyggu leiðini
 

Fyrilestrarkvøldið verður skipað við nevndu fimm ymisku framløgum á 10 min. hvør. Aftaná ein lítlan steðg verður prát um góðar royndir, avbjóðingar og møguleikar á hesum øki.