Fyrilesturin er ókeypis og verður í nýggju miðhølinum á Skúlatrøð á Skúlavegi 6 frá klokkan 15.00 til 16.00.
Leygardagin 22. mai klokkan 15.00 skipar Giktafelag Føroya, í samstarvi við Klaksvíkar Kommunu, fyri kunnandi fyrilestri, har tað m.a. verður umrøtt, hvussu tað er at liva við gikt, og týdningin av at varpa ljós á giktasjúkur.
Skrá:
– Anna Petersen, forkvinna, bjóðar vælkomin
– Hanna Jacobsen greiðir frá søguni hjá felagnum
– Terji Beder greiðir frá hvussu tað er at liva við gikt, og týdninginum av upplýsing um gikt
Fyrilesturin er liður í tiltakinum Virkið Vár, sum Klaksvíkar kommuna skipar fyri.
Fyrilesturin er ókeypis og verður í nýggju miðhølinum á Skúlatrøð á Skúlavegi 6 frá klokkan 15.00 til 16.00.
Øll eru vælkomin.




