Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fyrilestur í Løkshøll

Tíðindaskriv

Føroyska vinnan er drívmegin aftanfyri føroyska búskapin. Viðkomandi fyrilestur um hvat kann styrkja kappingarføri hjá føroyskum vinnufyritøkum, verður í Løkshøll hósdkvøldið 4. apríl kl. 19.00

Niels Winther, ráðgevi í Vinnuhúsinum, heldur fyrilestur um hvørjir karmar eru viðvirkandi til at skapa eitt kappingarført framtíðar vinnulív í Føroyum. Hann fer at taka støði í kanningini av kappingarførinum, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørdi í 2017. Eisini verður komið inn á, hvussu skatta- og avgjaldskarmarnir kunnu ávirka íløguavgerðir hjá fyritøkunum og harvið kappingarførið í framtíðini.

Niels er m.a. útbúgvin stjórnmálafrøðingur frá universitetinum í Århus. Hann hevur, síðan lokna útbúgving, arbeitt í Vinnumálaráðnum sum ráðgevi og deildarstjóri og í Vinnuhúsinum sum ráðgevi.

Fyrilesturin hjá Niels er grundaður á hansara drúgvu royndir sum ráðgevi í vinnumálum og fer hann at seta fokus á hvørjir karmar skulu til fyri at skapa eitt kappingarført vinnulív.

 

Les skránna her – tiltakið er alment og ókeypis.