Fyrilesturin ‘Kropsmálið hjá einum vinnara’, ið er ætlaður sølufólki og leiðarum, gevur luttakarunum eina djúpri fatan av okkum menniskjum og teimum teknum, ið vit senda og móttaka.
Jesper hevur serkunnleika innan orðleyst samskifti – og hetta tekur fyrilesturin støði í.
Fyrilesturin er avslappandi, stuttligur og gagnligur. Fyrilesturin verður 28. februar kl. 15.00 – 16.30 í hølunum hjá KBI í Klaksvík
Sum luttakari lærir tú at broyta sinnalagið – frá neiligt til jaligt – og tú lærir at brúka tínir bestu eginleikar.
Tú lærir at skilja kropsmál, og at senda jalig tekin til kundar og starvsfelagar.
Minni enn 10 sekund – so skjótt er tað hjá øðrum at gera sær eina hugmynd av tær.
Á fyrilestrinum fært tú henta vitan um, hvussu tú tekur teg væl út og byggir álit ímillum teg og onnur, við tí í huga, at skapa sterkt og gevandi samstarv.
Les meira um Jesper Bergstrøm her
Avmarkað pláss.
Kostnaðurin er 1.000 kr. fyri hvønn luttakara.
Fyrilesturin verður 28. februar kl. 15.00 – 16.30 í hølunum hjá KBI í Klaksvík



