Leygardagin 12. novembur verður miðhøllin á Skúlatrøð karmur um ein heldur forkunnugan fyrilestur við donsku hondbóltslegenduni Joachim Boldsen. Joachim, sum í dag starvast sum fótbóltsviðmerkjari hjá TV3, hevði eina drúgva og spennandi yrkisleið í hondbólti, og er ein av størstu hondbóltspersónligheitunum í hondbólti yvirhøvur Joachim spældi 186 landsdystur, og var í 10 ár ein av týdningarmestu leikarum á danska landsliðinum. Umframt mongu landsdystirnar, førdi yrkisleið hansara hann til feløg sum SG Flensburg-Handewitt, FC Barcelona og KIF Kolding København.
Í fyrilestrinum kemur Joachim m.a. at siga frá bæði góðum og keðiligum upplivingum sum hondbóltsleikari.
Tað er í samband við at Team Klaksvík rundaði tey 10 árini í heyst, at felagið hevur fingið Joachim hendan vegin. Joachim kemur, umframt sjálvan fyrilesturin, at skipa fyri venjing saman við onkrum dreingjaliðum hjá Team Klaksvík
Fyrilesturin verður leygardagin í miðhøllini á Skúlatrøð, og byrjar hann klokkan 18.00. Atgongumerkir á. Kr. 150,- kunnu keypast á Fast í Klaksvík.




