Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrimyndarligt samstarv á Sundi

John William Joensen

Samstarvið millum allar partar, sum skipaðu fyri, at Smyril kundi bunkra á Sundi týsdagin, var fyrimyndarligt og umhvørvisgott.

Tað er niðurstøðan hjá P/F Føroya Shell, eftir at fyrsta skip nakrantíð hevur bunkrað tungolju frá eini góðkendari bunkringsskipan í Føroyum.
Tað var úrslitið av einum fyrimyndarligum og umhvørvisgóðum samstarvi millum allar partar, at tað gekk so væl at bunkra Smyril við tungolju á Sundi týsdagin. Ein tann hættisligasta løtan fyri umhvørvið undir eini bunkring er, tá slangan verður tømd og síðani tikin úr. Hóast útgerð og mannagongdir vóru nýggj og roynd fyrstu ferð, fór ikki ein dropi av olju til spillis.
Hesa niðurstøðu hevur P/F Føroya Shell gjørt, eftir at Smyril sum fyrsta skip nakrantíð bunkraði tungolju frá eini góðkendari føroyskari bunkringsskipan. Tað tók fýra tímar at bunkra 566 mElfelagið SEV, P/F Føroya Shell og Strandferðslan hava avtalað, at Smyril frameftir bunkrar tungolju frá 12.000 tons stóru oljugoymsluni, sum SEV brúkar til at føða Sundsverkið. Shell keypir oljuna frá SEV og selur hana til Strandferðsluna. SEV eigur bunkringsskipanina, sum Strandferðslan rindar helvtina av.
Fleiri aðrir partar hava kortini verið við til at fyrireika samstarvið, sum í roynd og veru byrjaði longu, áðrenn avtalað var at keypa nýggja Smyril. Talan er tí um fyrimyndarligt og umhvørvisgott samstarv millum tað privata og tað almenna í Føroyum. Tórshavnar Havn, M.P.Tek, J&K Petersen, Petur Hansen, Tórshavnar kommuna, Brunaumsjón Landsins og Heilsufrøðiliga Starvsstovan hava havt týðandi leiklutir í samstarvinum.
Meira enn 20 fólk, sum umboðaðu ymsu partarnar, vóru møtt upp á Sundi, tá Smyril varð bunkraður, og tey og teirra fyritøkur og stovnar hava rós uppiborið fyri væl úr hondum greitt arbeiði, sum er slóðbrótandi á oljuøkinum í Føroyum.

Vinalig heilsan
Hákun Djurhuus, stjóri