Tað sigur Meginfelag Búnaðarmanna um garðin á Viðareiði, har Niels Absalonsen, Rói Absalonsen og Esmar Sørensen løgdu garðarnar Heimistovufestið, Uppistovufestið og Innistovufestið, saman um at fara undir felags framkomið nútíðar fjós til mjólkaframleiðslu.
Komu væl frá byrjan
Eg má siga, sigur Niels Absalonsen, at tað hevur gingið sera væl síðani vit byrjaðu fyri gott og væl tveimum árum síðani við hesum leysgongufjósinum, ið hevur 120 mjólkineyt.
Fingu heiðursbrøv
Somikið væl hevur gingist, at á aðalfundinum hjá Meginfelag Búnaðarmanna 25. mars í ár, varð avgjørt at geva fjósinum heiðursbræv fyri “Fyrimyndarliga mjólkaframleiðslu” og fyri “Fyrimyndarligur væl røktur garður”.
Byrjaðu við hálvum fjósi
Tú vart her og tosaði við meg fyri umleið tveimum árum síðani, sigur Niels Abaslonsen. Tá vóru vit júst byrjaðir og høvdu bert aðra hálvuna av fjósinum til neytini og harafturat vóru øll tólmennini ikki komin í gongd, eitt nú vaskimaskinan til flóðrini og automatiski fóðurblandarin.
1,3 miljón litrar til MBM
Men síðani hevur gingið sera væl, vit framleiða ídag umleið 4.000 litrar av mjólk um dagin og neytini, sum mjólka mest koma upp á meira enn 60 litrar um dagin tá tær lata mest av mjólk frá sær. Tær 120 kýrnar mjólka í meðal 11.000 litrar av mjólk pr. um árið. Ímeðan tær sum mjólka mest koma upp á 16-17 túsund litrar fyri árið. Samlað lata vit umleið 1,2 ella 1,3 miljónir litrar til MBM um árið
Neyðugt við nógvum stráfóðri
Sum eg segði tær seinast, so var ein orsøk til at vit tríggir gingu saman um fjósið, at teir báðir Rói og Esmar fingust við seyðahald og teir av teirri orsøk høvdu dyrkaðan bø at koma í samtakið við. Tá tú skalt ambæta 120 mjólkineytum, so er neyðugt við nógvum stráfóðuri.
Flyta fóður inn
Tó eru vit ikki enn sjálvbjargnir við stráfóðuri, tí innflyta vit eisini úr Danmark. Júst í løtuni dýrkar innflutningurin nógv og tað hevur eisini týdning fyri okkum, tí umframt stráfóðuri sum vit innflyta, brúka vit eisini nakað av kunsttøð og korni. Tøðini til bøin sjálvandi og kornið til kraftfóður.
Nakað av kjøti
Tá eg spyrjið Niels um hjáframleiðslu av kjøtið, sigur Niels Absalonsen, at teir selja nakað av neytakjøti og onkur biður um tarvkálvar at slakta.
Áttu at framleitt meira av kjøti
Men eg haldi, sigur hann víðari, at vit í Føroyum eru komnir ov stutt, ella at kalla á ongan veg við at framleiða egið neytakjøt.
Slættið fyri egnari framleiðslu
Nú kríggj er í Evropa síggja vit í Føroyum beint inn í eina kreppu orsakað av nógvum, sum vit innflyta, tað verið seg olja, mjøl, korn ella olja og sojabønir. Tað næsta er neytakjøtið, ið helst fer at dyrka orsakað av flutningi og øðrum viðurskiftum. Tí áttu okkara myndugleikar gjørt meira við at slætta vegin fyri framleiðslu av føroyskum neytakjøti.
Gagnnýtið kjøtið, ið svimur kring okkum
Í mínari verð eiga vit eisini at gagnnýta burtur úr tí kjøttilfeinginum, sum svimur kring oyggjarnar á skynsaman hátt. Tað hevði tryggjað okkum størri sjálvbjargni og ikki minst hevði tað minkað um skaðiliga útlátinum av oyðileggjandi evnum orsakað av at vit flyta kjøt inn úr eitt nú Suður Ameriku.
Heilsustøðan í topp
Orsøkin til at vit nú hava fingið tvinnar heiðurslønir, kemur av, at MBM dagliga kannar okkara úrdráttir. Bæði kyknitøl og kimtøl blíva kannaði fyri bakteriur. Hesar kanningar hava víst at tá teir hava kanna heilsuna hjá okkara neytum og góðskuna av mjólkini, so vísa hesar kanningar, at okkara fjós liggur til hægstu virðing ímillum fjós, ið lata mjólk til Meginfelag Búnaðarmanna, og til tað kunnu vit ikki siga annað enn, at tað eru vit ernir av og takksamir fyri.
Eitt samlað toymið
Eingin einstakur eigur æruna, tað er samlaða toymið kring fjósið ið eigur tignina.





















