Aðalstjóran Rógva Reinert, ella onkran annan
Sbr §49 stk.1., í lóg um fyrisiting av Sjófeingi. Skal øll veiða hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi, landast um føroyskan bryggjukant.
Sbr.stk 2. Kann landsstýrismaðurin, í serligum førum – gera undantøk
T Á T A L A N ER U M ” F O R C E M A J E U R E ” L Í K N A N D I S T Ø Ð U R.
Undantøk vóru gjørd fyri frystlínuskipini, íð fiskaðu á Flemish Cap í vár.
Spurn 1. Hvørji ”force majeure” støður vóru,íð gjørdu at landsstýrismaðurin kundi gera undantøk, og loyva landing????
(Var tað fráleikin frá heimlandinum?? Ella hvat var grundin??)
Frystilínuskipið Kambur, kemur inn á Havnafjørðin í Íslandi, og biður um, at koma undir somu ”force majeure” reglu, íð var galdandi í New Foundlandi.
Bums nei.
Spurn 2. Hvør munur er at geva ”force majeure” undantak í New Foundlandi ella Íslandi??
( Er tað tí, í øðrum staðið eru 1000 – 1200 fj til hús, men í hinum bert 5-600 fj????)
Spurn 3. Hvør avgerð, hvar ”force majeure” markið skal setast??
( Er tað 700 – 900 – ella 1100 fj. Frá heimlandinum)
Í broytingar uppskotinum F.M.R., fer at leggja fyri Løgtingið. Skal ”force majeure” reglan takast úr § 49. og ”landsstýrimaðurin kann” setast í staðin.
Spurn 4. Hvør setur??? Og hvar verður hetta ”kann mark” sett???




