Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrispurningur um sjúkrahúsverkið

John William Joensen

Jógvan við Keldu setur fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, har hann m.a. spyr hvat aðalorðaskiftið um Sjúkrahúsverkið blívur til.




Snýr seg m.a. um: lyftið um aðalorðaskifti um føroyska sjúkrahúsverkið!



Sum áður nevnt í fyrispurningi – í viðmerkingum – so eru stórar útbyggingar seinastu árini farnar fram bæði á Landssjúkrahúsinum fyri einar 350 mió. kr. Í Suðuroy fyri 120 mió. krónur, meðan útbyggingarnar av Klaksvíkar Sjúkrahúsi tykjast verða lagdar á ís!



Afturat hesum fari eg at vísa á, at rakstrarjáttanirnar til hesi trý sjúkrahúsini hava ment so soleiðis frá 1997 til 2005:



1997 2002 2005 Hækking íalt

Landssjúkrahúsið 213 mió. kr. 243 mió.kr. 297 mió. kr. 84 mió kr.



Klaksvíkar Sjúkrahús 37 mió. kr. 42 mió.kr. 49 mió kr. 12 mió kr.



Suðuroyar Sjúkrahús 27 mió kr. 32 mió. kr. 38 mió. kr. 11 mió kr.



Tað vil siga, at tey bæði smærru sjúkrahúsini hava ídag umleið somu rakstrarjáttan tilsamans – í alt – sum hækkingin hevur verið til Landssjúkrahúsið frá 1997 til 2005 t.v.s umleið 85 mió kr.



Uttan at fara í smálutir og eitt nú at vísa á alla ta fjølmiðlarúmd sjúkrahúsbygnaðurin hevur fingið – og atfinningarsomu røddirnar frá politiskari síðu – seinastu árini og ikki minst seinastu tíðina, fari eg at spyrja Hans Paula Strøm, landsstýrismann:



Í fyrsta lagi: Er landsstýrismaðurin nøgdur við hesa gongd og í øðrum lagi,

nær verður aðalorðaskiftið um føroyska sjúkrahúsverkið, sum lyfti varð

givið um skuldi koma eftir Ólavsøku í fjør? 



Jógvan við Keldu