Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fyrr og nú

Jóhann Lützen

Leygardagin fingu vit hesa myndina í kassan, tá vit vitjaðu í egningarskúrunum á stongunum

 

Báturin á myndini er Norðan KG 334. Hann varð smíðaður í Tórshavn í 1919 av hinum væl­lærda føroyska bátasmiðinum Lias í Rættará.

Norðan er 10,20 m langur og 3,30 m breiður.

 

Aftanfyri liggur uppisjóvarskipið Christian í Grótinum KG 690, sum er 89 metur langt og 17 m breitt.

Skrokkurin varð smíðaður í Polandi hjá Karstensens Skibsværft (í Gdynia) og síðani liðugtgjørt í Skagen. Hetta var í 2022.