Sonur amerikanskan senator og seinri krígshetja, sum flogskipari undir seinra heimsbardaga, ítróttarmaður, olju-ríkmaður úr Texas, republikanskur kongresslimur, flokksformaður, framstandandandi diplomatur og fregnartænastuleiðari, Eftir eina miseydnaða roynd at gerast forsetavalevni í 1980 gjørdist hann amerikanskur varðaforseti í tvey valskeið hjá Ronald Reagan áðrenn hann sjálvur varð valdur til forseta í 1988.
Eftir at hann tapti forsetavalið í 1992, bleiv hann nógv virdur sum ein fyrrverandi politiskur leiðari, sum vísti sítt jaliga og rúmliga sinnið við at kníta persónlig vinarbond við Bill Clinton, sum annars var maðuri sum syrgdi fyri at George H. W. Bush, einans fekk eina setu í Hvítu Húsunum.
Seinastu mongu árini hevur hann ikki tosað í almenna rúminum tí røddin var sera vánalig orsaka av Parkinson Sjúku.
Bush var fyrsti amerikanski varðaforseti síðan 1836, sum er valdur til amerikanskan forseta og er einans bert annar forsetin í søguni hjá amerikonsku tjóðini, sum upplivdi at egni sonur eisini gjørdist forseti, tá George W. Bush varð valdur í 2000.
Barbara Bush andaðist 92 ára gomul, einans 7 mánaðar síðani, tann 17. apríl í ár. Tey vóru gift í 73 ár.
Umframt sonin tann 43. amerikanska forsetan, George W. Bush, er eisini sonurin Jeb Bush, fyrrverandi govenørur í Florida og fyrrverandi forsetavalevni.
George H. W. Bush átti 5 abbabørn og 17 langabbabørn.
Bush verður jarðaður undir liðini á konu síni og dóttur síni Robin, sum doyð av krabbameini i undir tragiskum umstøðum einans 3 ára gomul..
Jarðarferðin verður lýst seinri, skrivar talsmaðurin hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum í skrivið sum er sent miðlunum í nátt.



