Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fyrrverandi fíggjarstjóri á Bakkafrost skal nú vera fíggjarstjóri í SalMar

Norðlýsið

Gunnar Nielsen hevur verið fíggjarstjóri í Bakkafrost frá 2014-2019, umframt at hann hevur havt fleiri aðrar leiðsluroyndir. Nú skal føroyingurin vera fíggjarstjóri í SalMar, ið er ein av størstu laksaalarum í heiminum.

Gunnar Nielsen er 44 ára gamal og er útbúgvin Master of Science in Business Economics and Auditing fra Copenhagen Business School.

Stjórin í SalMar, Gustav Witzøe, sigur í stuttari viðmerking til iLaks.no, at tey eru sera fegin um at fingið Gunnar í starv, av tí at hann hevur týdningarmikla vitan og royndir við laksaaling, og hevur drúgvar altjóða royndir, samstundis sum hann eisini kennir væl til somu arbeiðsmentan.

SalMar slaktaði 173.500 tons av reinsaðari vekt í 2020

Seinastu árini hevur Gunnar verið fíggjar- og varastjóri hjá Reyni Service.

Harleyfacadeacryl