Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fyrrverandi italskur HM-vinnari spælir við Tre Fiori

Jákup Ósá

Komandi mótstøðuliðið hjá KÍ hevur havt onkran heilt kendan leikara í sínum hópi hetta kappingarárið.

Cristian Zaccardo var við í hópinum hjá Italia til HM-endaspælið í 2006. Italia vann HM og Zaccardo spældi tríggjar dystir. 37 ára gamli verjuleikarin hevur fyrr umboðað feløg sum Parma og Milan. Fyrr í ár skifti hann til Tre Fiori í San Marino og var m.a. við til at vinna steypakappingina við liðnum fyrr í ár.

Enn hava vit ikki fingið upplýsingar um, hvørs HM-vinnarin í 2006 eisini verður við Tre Fiori komandi kappingarár, tá liðið m.a. skal møta KÍ í Europa League.