Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fyrrverandi KÍ-leikari er nú hjálparvenjari í Superliguni

Jákup Ósá

Í dag hevur Silkeborg kunngjørt nýggjan hjálparvenjara.

Talan er um Anders Holvad, sum spældi við KÍ seinna part av 2022. Har hevði hann torført við at sannføra og eftir kappingarlok skifti hann til FC Fredericia. Síðani hevur hann skift til Aarhus Fremad í næstbesti donsku deildini, har var hevur verið leikandi hjálparvenjari.
Silkeborg, ið spælir í donsku Superliguni, misti í summar venjaran Kent Nielsen, sum er blivin hjálparvenjari hjá danska landsliðnum. Silkeborg hevur sett venjaran hjá Aarhus Fremad, Morten Dahm Kjærgaard, sum høvuðsvenjara og hann hevur tikið Ander Holvad við sær, sum nu leggur gaggurnar á hillina og verður hjálparvenjari.