Nýggjur gamal kenningur var at síggja til venjing hjá KÍ mánakvøldið.
25 ára gamli Jóannes K. Danielsen fór til Danmarkar undan hesum kappingarárinum. Har hevur hann spælt við Næstved, sum flutti upp í næstbestu deildina. Jóannes fekk nógva spælitíð fyrstu umførini, men bleiv so sjúkur eitt tíðarskeið, og fekk trupult við at vinna sær pláss aftur á liðnum fram til endaspurtin, tá hann aftur fekk nakrar dystir frá byrjan.
Sáttmálin millum Jóannes og Næstved gekk út í summar. Jóannes hevur sagt við Norðlýsið fyrr í summar, at hann hevur havt regluligt samband við KÍ, men at hann væntaði at halda fram í Danmark.
Mánakvøldið var Jóannes at síggja til venjing hjá besta liðnum hjá KÍ. Um tað er eitt tekin, um at hann er á veg til KÍ aftur restina av kappingarárinum ella eitt styttri tíðarskeið, tað vil tíðin vísa. Flytingarvindeygað letur upp 15. juni, so allir leikarar kunnu spæla frá komandi umfari.


