SL og Innlendismálaráðið hava nú tikið av tilboðnum hjá P/F Hera Thomsen um sølu av Farmaleiðum fyri 4,0 milliónur krónur.
Farmaleiðir bleiv herfyri sett til sølu og tilboðini komu inn 10. mars. P/f Heri Thomsen átti hægsta boðið uppá 4,0 mió krónur.
SL og Innlendismálaráðið hava nú tikið av tilboðnum hjá P/f Hera Thomsen, og partarnir hava avtalað allar yvirtøkutreytir. Seinastu skjølini verða undirskrivað á einari samkomu í næstu viku, har leiðslan fyri Eimskip og forsetismálaráðharrin í Íslandi verða til staðar. P/f Heri Thomsen yvirtekur tó raksturin av Farmaleiðum 1. april.
Við søluni av Farmaleiðum er fyrsta privatiseringin hjá Landsstýrinum umsíðir vorðin veruleiki, siga SL og Innlendismálaráðið í tíðindaskrivi ídag.




