Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fyrsta FM-finalan síðani 2015

Jákup Ósá

Tað er ikki eins vanligt longur sum tað var, at alt verður avgjørt á ólavsøku hjá 10-mannaførum.

Hyggja vit eftir úrslitunum á RSF, ið vóru tøk fyrr í vikuni, so kundi ein síggja, at frá 1973 til 1997 gingu ongantíð meir enn fimm ár uttan at ein finala var á ólavsøku millum 10-mannaførini. Við eina finalu merkir, at minst tveir bátar kunnu avgera sjálvir á ólavsøku, um teir vinna FM. Vestmenningur vann á Havnarbátinum í 1997, men so skuldu vit fram til 2004 til næstu finalu, tá Havnarbáturin vann á Nólsoyinginum. Fýra ár seinni vann Havnarbáturin á Orminum Langa og so gingu heili sjey ár til næstu FM finalu, tá Klaksvíkingur vann á Drekanum Reyða. Og síðani hava vit ikki havt eina FM-finalu, men hon kemur aftur í 2025. Ongantíð áður hava so nógv ár verið millum finalu hjá 10-mannaførum.

Havnarbáturin og Klaksvíkingur kunnu avgera alt sjálvir á ólavsøku. Og skuldi tað hent at Norðingur vann, sum hann gjørdi í fjør, so er tað tann sum endar frammanfyri av Havnarbátinum og Klaksvíkingi, sum vinnur FM 2025.

Sambært skránni rógva 10-mannaførini kl. 17.50 ólavsøkuaftan.

Harleyfacadeacryl