Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Fyrsta skotið latið av

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, lat fyrsta skotið í nýggju Tunlunum Norður um Fjall av dag kl. 15.

 

Skotið varð Árnafjarðarmegin móti Norðdepli ella rættari móti Norðtoftum.

Nakað av folki var komið saman, tó at veðrið ikki var av tí besta. Aftaná varð farið oman í Kappróðrarneystið í Árnafirði til ein bita.

Tunnlarnir fara at kosta 522 mió. kr. og verða væntandi lidnir í 2024. 

Sí myndirnar niðanfyri